TILTØK

7. og 8. november 2009 verður SKORTUR við á SøluRásini, sum verður hildin í Høllini á Skála.

2. og 3. maj hevði VÁGA RÍÐINGARFELAG  DJÓRADAGAR við ymsum øðrum tiltøkum so sum dansi. Í tí samb. umboðaðu tey SKORTUR við sølu av cowboy-útgerð sum hattar, slips, turrikløð o.s.fr.

BÁTASTEVNA var á Toftum 9. maj, har BÁTAFELAGIÐ Á TOFTUM umboðaði SKORTUR við sølu av hattum og øðrum, ið setur dám á dansin. 

JÓANSØKAN verður á Tvøroyri í ár. SuSvim fer at umboðað SKORTUR við sølu av hattum, parykkum, skortum og øðrum stuttligum tingum. Sølan verður í hølunum, har Trillan helt til.

Um tú ikki nær at koma inn í SKORTUR at keypa tær eitthvørt til eitt cowboy-outfitt áðrenn COUNTRY-TÚRIN hjá NORRØNU, er ikki stóri skaðin hendur - Tú kann keypa umborð!

Vit verða við á FESTIVALINUM VIРMÚRIN !

Og vit verða við á G! FESTIVALINUM !

Umboð fyri SUMMARFESTIVALIN fara at selja útvaldar vørur frá SKORTI!

 

TILTØK, har vit áður hava havt bás:     SUMMARFESTIVALURIN     MJÚS     G!

                                                            Á SØLUSTEVNUM: Á  GILJANESI,  Í  KLAKSVÍK,   

                                                                                         Á  SKÁLA  OG  Í  TRONGIGISVÁGI

                                                            Á LÍVSTÍLSSTEVNU Í HAVN

                                                           Á  JÓLASØLU UMBORÐ Á NORRØNU